Tíðin er farin frá stuttskygdum stuðulsskipanum til fiskivinnuna, tí tær forða neyðugari menning í vinnuni, sigur grønlendska arbeiðsgevarafelagið Grønlendska arbeiðsgevarafelagið mælir nú myndugleikunum til at umskipa alla fiskivinnuna sum skjótast fyri at tryggja lívsgrundarlagið hjá tí einstaka fiskimanninum, sum felagið tekur til.
Henrik Leth, stjóri í arbeiðsgevarafelagnum, sigur við KNR, at tíðin er farin frá stuttskygdum stuðulsskipanum, tí tær eru við til at varðveita ein avoldaðan bygnað, sum forðar fyri einari neyðugari menning. Hann leggur afturat, at tíðin er farin frá teimum sokallaðu lappaloysnunum.
Henrik Leth sigur, at skal fiskivinnan hava beinleiðis ella óbeinleiðis stuðul, so skal endamálið vera at tryggja ein nýggjan bygnað, sum kann útvega vinnuni inntøkumøguleikar í framtíðini.