Grønlendsk vitjan

Grønlendski landsstýrismaðurin, Simon Olsen, verður á almennari vitjan í Føroyum í døgunum frá 11. til 14. apríl.

Hann skal vitja starvsbróður sín, Jørgin Niclasen, og í grønlendska fylginum eru eisini kona landsstýrismannin og tvey embætisfólk.

Simon Olsen skal hava politiskar samrøður við landsstýrið, hann skal vitja virki og stovar, og onkur útferð verður eisini gjørd.