Grønlendsk børn fáa umbering

Tey grønlendsku børnini, sum í fimmtárunum vóru tvingsilsflutt til Danmarkar, fáa nú eina treytaleysa umbering frá Red Barnet í Danmark Tað siga bæði Jyllandsposten og fleiri aðrir danskir miðlar

Red Barnet var uppi í, tá ið 22 smábørn vóru tikin í Grønlandi og tvingsilsflutt við tí endamáli at gera tey donsk so at tey, tá ið tey vóru vaksin, kundu fara aftur til Grønlands at seta ferð á menning og framburð í Grønlandi.

- Tað sum hendi er púra burturvið og so fjart frá øllum menniskjasýni, vit hava í dag, sigur Red Barnet

Enn er óvist, hvønn leiklut Red Barnet hevði, tí tað verður nú kannað. Men aðalskrivarin, Mimi Jacobsen heldur, at undir øllum umstøðum er stundin komin a geva teimum eina treytaleysa umbering.

Kanningin er ikki liðug enn, men hóast talan var um eina aðra tíð, har nógv ræðuligt varð gjørt í bestu meining, so skal tað fram og vit skulu viðurkenna, at tað var skeivt, skrivar Jyllandsposten frá Mimi Jacobsen.

Hinvegin er danska stjórnin óviljað at biðja um umbering, tí forsætisráðharrin,Lars Løkke Rasmussen, hevur í fólkatinginum sagt, at talan var um eina heilt aðra tíð og at hetta varð gjørt í bestu meining