Grønlendingar yvirtaka kirkjuna

Grønlendingar fáa nú sína egnu fólkakirkju. Landstingið hevur við stórum meiriluta samtykt eina kirkjulóg, sum staðfestir, at kirkjan í Grønlandi er ein sjálvstýrandi eind, og at biskupur er leiðari hennara.

Lógin gevur kirkjuni tær umsitingarligu uppgávurnar, meðan lóggávuarbeiðið verður hjá landsstýri og Landstingi.

Mimi Karlsen, sum umsitur kirkjumál í landsstýrinum, er sera fein um avgerðina hjá Landstinginum.

-Við hesari skipanini verður tað lættari hjá kirkjunnar fólki at fáa ávirkan á kirkjuna, sigur hon við grønlendska kringvarpið.

Tann nýggja kirkjulógin í Grønlandi kemur í gildi tann 1. august í ár.