Grønlendska ferðaliðið, ið taldi átta fólk, var mannað við leiðarum og ábyrgdarfólkum innan tilbúgving og sløkkilið í Nuuk, Paamiut, Sisimiut og almennu tilbúgvingini í Grønlandi.
Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at endamálið við ferðini hjá grønlendsku gestunum var at fáa íblástur til ætlanirnar um útbygging innan grønlendsku tilbúgvingina.
Á ferðini í Føroyum vitjaði grønlendska ferðaliðið sløkkiliðsstøðirnar í fleiri føroyskum bygdum og býum.
Ætlanin var eisini at vitja tilbúgvingarstøðina á flogvøllinum, men vegna herdar reglur í smb. við korona-støðuna var hetta ikki gjørligt, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.
https://www.eysturkommuna.fo/tilbugvingarleidarar-i-gronlandi-vitja-i-eysturkommunu/#https://www.eysturkommuna.fo/tilbugvingarleidarar-i-gronlandi-vitja-i-eysturkommunu/#https://www.eysturkommuna.fo/tilbugvingarleidarar-i-gronlandi-vitja-i-eysturkommunu/#