Grønlendingar veiddu minni

Í fjør komu 2.500 tons minni av fiski og skeljadýrum upp á land í Grønlandi enn árið fyri. Tað var skeljadýrini, sum sviku. Krabbaveiðan minkaði 9 prosent og rækjuveiðan 13 prosent, og tað gjørdi, at 8.600 tons minni komu upp á land av krabba og rækjum.
Harafturímóti kom meiri fiskur upp á land í fjør enn í 2009. Kalvaveiðan vaks 11 prosent og toskaveiðan heili 17 prosent, men tá skal havast í huga, at toskaveiðan sveik fullkomiliga í 2008. Samanlagt veiddu grønlendingar 6.000 tons meiri av fiski í fjør enn árið fyri, skrivar KNR.