Sveinur Tróndarson
Hóast allar súður ikki eru syftar enn, so sær í løtuni út til, at oljuhavnin í fyrsta umfari er gloppin suðuroyingum av hondum. Álitið frá Vinnunevndini hjá løgtinginum ber í hvussu er á tað borðið, og Tað manglar ikki nógv í, at Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð ger tað sama.
? Nú skal mann ikki geva skarvin yvir beinanvegin, men sum tað sær út nú so sær ikki gott út, sigur hann.
Hann vísir á, at tað er ógvuliga tungt at arbeiða Suðuroynni at frama, tí politikkararnir tykjast hava gloymt, at oyggin yvirhøvur er til.
Ikki allar
vónir brostnar
Kortini hevur hann eina vón, um at tingið kortini fer at samtykkja eitt broytingaruppskot, sum Javnaðarflokkurin hevur boða frá, at teir fara at leggja fram.
? Flokkurin hevur sagt, at teir fara at leggja fram eitt broytingaruppskot undir aðru viðger, og tí mugu vit bara krøkja okkara vónir til tað, sigur Viberg.
Um tað uppskotið fer at vinna frama er ikki gott at vita. Fyri einari tíð síðani spurdi Suðuroyar Oljuvinnuráð politisku flokkarnar um teirra ætlanir við oljuvirkseminum, men hugurin at svara var ikki serliga góður.
Onkrir flokkar svaraðu als ikki, meðan aðrir vóru lunkaðir. Kortini svaraður Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin at teir tóku undir við, at oljuhavnin verður løgd í Suðuroynni. Seinni hevur Tjóðveldisflokkurin kortini sagt alment, at flokkurin ikki er samdur um hetta innanhýsis.
? Men hetta er bert eitt tekin um, at politikkararnir skifta meining alla tíðina, so tað er ikki gott at vita, sigur hann.
Hann hevur kortini vónir um at einstakir politikkarar fara um floksmark og atkvøða fyri broytingaruppskoti javnaðarfloksins í tinginum.
Grønlendingar
staðfest trupulleikan
Viberg Sørensen heldur tað annars vera serstakliga løgið, at føroyingar á henda hátt miðsavna alt virksemi um høvuðsstaðarleiðina.
? Tað er eingin lóg, sum sigur, at virksemið skal liggja í meginøkinum, og tað er t. d. beint øvugt av tí, sum grønlendingar gera, tí teir eru farnir at miðspjaða heldur enn miðsavna almenna virksemi, sigur hann.
Í lesarabrævið í m. a. Sosialinum í fyrradagin sigur Viberg Sørensen, at grønlendingar hava staðfest, at skulu teir búgva í Grønlandi, so skulu teir búgva í øllum landinum og ikki bara í einum lítlum parti.
? Hetta er ikki gjørt út frá einari kostnaðarligari støðu, men lívið hevur onnur og størri virðir og tí hava teir lagt á annan bógv.
Tað grønlendingar m. a. hava gjørt er, at flyta t. d. navigatiónsskúlan úr Nuuk til Paamiut, farma- og bingjuumsitingina til Manitsoq, hóast høvuðsbingjuplássið er í Nuuk og alla umsiting av íbúarblokkum og bústaðarplássum úr Nuuk til Sisimiut.
Suðuroyggin
vælegnað
? Og Føroyar er bert ein elalítil brotpartur sammett við Grønland - men her verður miðsavnað sum ongantíð fyrr, sigur Viberg.
Tá vit spyrja Viberg, sum Suðuroyggin hevur neyðugu sosialu umstøðurnar at bjóða einari komandi oljuvinnu sigur hann, at tað fyri so vítt kann vera líka mikið.
? Oljufeløgini siga, at teir í hvørjum einstøkum føri byrja av nýggjum, og tí høvdu tær sosialu umstøðurnar verið óviðkomandi, sigur Viberg, sum kortini leggur dent á, at umstøðurnar í Suðuroynni annars eru avbera góðar.
Men er tað kortini ikki vandamikið, um tingið nú fer at lóggeva hvar ávíst virksemi skal liggja. Er ikki vandin, at norðoyggjar fara at krevja okkurt líknandi og Vágoyggin tað sama?
? Nei, tað haldi eg avgjørt ikki, sigur Viberg avgjørdur.
? Hetta hevur nakað við tað at gera, at vinnuligu er Suðuroyggin nógv verri fyri enn restin av landinum, og tað er tann veruligi trupulleikin, sum vit kundu hjálpt nógv uppá, um so var, at oljuhavnin varð løgd her. Tann trupulleikin hava hini økini ikki, sigur Viberg Sørensen at enda.