Hans Enoksen, landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur skrivað út val at verða 2. juni. Hetta er í hálvum valskeiði Í morgun boðaði landstýrisformaðurin Hans Enoksen frá, at val verður 2. juni, og tað kom rættiliga óvart á. Tey flestu høvdu roknað við, at val fór at verða útskrivað í heyst.
Um orsøkinar hesa avgerð, sigur Hans Enoksen sambært Berlingske, at Grønland í summar kann hátíðarhalda 30 ár við sjálvstýri, og at tað nú byrjar ein nyggj tíð.
-Tað er tí nátúrligt at spyrja veljaran, hvør ið skal stýra Grønlandi inn í hetta nýggja tíðarskeið, sigur Enoksen, sum vísir aftur, at klandiur millum samgonguflokkarnar er orsøkin til valið í úrtíð.