Grønlendingar senda unga kvinnu á Fólkating

Sum væntað fingu IA og Siumut tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini Vinstravongurin í Grønlandi endurvann bæði umboðini í Fólkatinginum á valinum í gjár.

Tann stóri sinnarin gjørdist tann 23 ára gamla Juliane Henningsen hjá IA. Hon fekk 4.404 av teimum 7.107 atkvøðunum, sum IA fekk. Hitt umboðið er Lars Emil Johansen úr Siumut, sum fekk 2.968 av teimum 6.658 atkvøðunum hjá flokkinum.

Teir báðir borgarligu flokkarnir í Grønlandi, Atassut og Demokratarnir, fingu ávikavist 4.004 og 3.436 atkvøður.