Tað sermerkta landbrúks og mentanarøkið Kujataa er júst blivið sett á ST listan yvir heimsarv. Sermitsiaq skrivar, at talan er um fimm øki í fjørðinum rundan um Igaliak fjørðin og Tunulliarfik.
Nevndin fyri heimsarv hjá ST hevur í støðutakanini lagt áherðslu á, at økið millum Davisstrædet og innlandsísin inniheldur sera væl hildnar ruinur eftir norðbúgvum og byrjanina av lívsforminum við nútímans landbrúki, sum byrjaði í 1700 talinum.
Kringvarpið skrivar, at økið er tað, har Eirikur Reyði og Leivur heppni búðu, og verður í dag rikið sum landbúnaðarøki, umframt at fleiri toftir frá víkingum finnast har.
Sermitsiaq skrivar, at bæði borgarstjórin í økinum og grønlendska stjórnin eru ovurfegin um plássið á listanum. Frammanundan er ísfjørðurin við Ilulissat á listanum yvir heimsarv.