Grønlendska ferðalagið kom í Vágar fyrrapartin týsdagin, og fór beinanveg á vitjan hjá Atlantsflogi. Síðan varð farið til Havnar, har fleiri vitjanir skuldu vera, eins og vitjað verður ymsastaðni kring landið. Bæði hjá virkjum og fyritøkum. Eisini verða ymsir fyrilestrar umframt okkurt undirhald á skránni hjá vitjandi grønleningunum.
Við í grønlendska ferðalagnum eru bæði politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk, sum fara at kunna seg um ymisk vinnulig og politisk viðurskifti í Føroyum.
Millum luttakararnar eru landsstýrismaðurin við ráevnis- sjálvsstýris- og lógarmálum, Jørgen Wæver Johansen, og fólkatingsmaðurin Lars Emil Johansen.
Tey fara at tosa við føroyskar myndugleikar og onnur um mál sum privatisering, fíggjarmál, infrastruktur, arbeiðsmarknaðarmál, útbúgving og sjálvstýrismál.
Ferðalagið verður í Føroyum í døgunum 17. til 20. august. Flestu tiltøkini á vitjanini fara fram í Havn, eftir at vitjað er hjá Atlantsflogi á flogvøllinum í Vágum.
Seinasta dagin verður farið í Eysturoynna, har vitjað verður hjá ymsum vinnufyritøkum.