Tað eru ikki bara føroyingar, sum keypa skip til uppsjóvarfiskiskap. Grønlendska reiðaríið East Greenland Codfish A/S hevur keypt norska uppsjóvarskipið Eros. Skipið kemur ístaðin fyri Erika, sum er selt til Afrika.
Eros, sum er bygt í Noregi í 1997, er 75,9 metrar langt og 13 metrar breitt. Tað hevur níggju tangar og tekur 2.100 tons. Skipið er væl útgjørt og hevur eitt nú kanningarstovu, tí norðmenn hava eisini brúkt tað til havrannsóknir.
Eros fær nú grønlendska navnið Polar Amaroq og verður skrásett í Tasiilaq. Skipari verður íslendingurin Geir Zoëga. Hann førdi eisini Erika. Sambært Morgunblaðnum ætlar reiðaríið millum annað at dúva upp á uppsjóvarfiskiskap við Eysturgrønland.