Grønlendingar áhuga fyri føroyskari heilsuskipan

Seinnapartin hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, havt vitjan av grønlendska heilsumálaráðharranum Agate Fontain.

Orsøkin til vitjanina er, at grønlendska heilsumálaráðið hevur stóran áhuga í talgildu heilsuskipanini (THS), sum verður nýtt í føroyska heilsuverkinum.

THS skipanin er ein sólskinssøga, sum útlendingar hava varnast. Bæði íslendingar og grønlendingar eru áhugaðir í skipanini og umhugsa at seta hana í verk.

Á fundinum í dag vildi grønlendska sendinevndin hava nærri at vita, hvussu skipanin riggar og hvat skal til fyri at seta hana í verk, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Fyri at fáa nærri at vita, hvussu THS skipanin virkar í Føroyum, skal grønlendski heilsumálaráðharrin og hennara sendinevnd vitja kommunulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum og fyrrapartin í morgin sleppa tey at síggja Landssjúkrahúsið.

THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum verða tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatorium ella verður innlagdur á einum av teimum trimum sjúkrahúsum.

Á myndini eru Karsten Hansen og Agate Fontain