Henrik Old, Løgtingsmaður
.-------------
Nú Fiskimálaráðið, eftir drúgva viðgerð, ikki vil loyva føroyskum skipi at gera eina roynd eftir makreli í Irmingarhavinum, er grundgevingin tann, at ein slík roynd vil skaða føroysk áhugamál í makrelfiskiskapinum í føroyskum sjógvi.
Haldi ikki at hettar mál eigur at gerast ein flokspolitisk kastibløka, og er mín hugsan um hettar mál, meira av fiskivinnuáhuga heldur enn politiskum áhuga, ella ein blanding av báðum.
Sjálvandi hevur ongantíð verið meiningin, at allur makrelflotin skuldi í Irmingarhavið, og tað kundi Fiskimálaráðið sjálvt sett treytir um.
Vil man ikki verða fyrstur í nýggjum fiskiskapi, so má tað tíða, at ein avskrivar sær rættindi í altjóða sjógvi.
Fyri fáum árum síðan komu dagliga tíðindaskriv úr táverandi Uttanríkisráðnum um, at føroysk skip høvdu vunnu sær søgulig rættindi í Stillahavinum, og var hettar rokna sum eitt stórt framstig. Ì Fiskimálaráðnum er eftir øllum at døma tað øvugta galdandi.
Landstýrismaðurin sigur at Havstovan hevur fríðar hendur at gera tær royndir hon vil, og er tað heilt ok. Men fær Havstovan at vita úr Fiskimálaráðnum, at hon skaðar føroysk áhugamál, so fer hon sjálvandi ikki at gera nakra roynd.
Løgið um Havstovan ikki av sínum eintingum, vildi vita eitt sindur meir um makrel sum er so óvanliga langt vesturi.
Norska Havforskningsinstituttet sigur á sínu heimasíðu, www.imr.no at "makrellen er en hurtig svømmende, pelagisk stimfisk som kan vandre over store omráder". Harumframt vísa teir á, at tað eisini er makrelur á eystursíðuni á USA, "men ingenting tyder på at det er forbindelse eller utveksling´på tværs av Atlanterhavet". Hettar mátti verði upplagt hjá Havstovuni at verði fyrstur at kanna.
Harumframt hevði ICES, við síni stovnsmeting av makrelstovninum fingið nakað at hugsa um.
Tað skal vera løgið um Grønlendingar ikki taka kjansin, og gera royndina fyri okkum. So kunnu vit pástanda, at vit vistu um hendan fisk, men vildu ikki fiska hann. At tað skal telja til okkara fyrimun, at grønlendingar finna makrel eystan fyri Grønland, har føroyingar kundu havt fiska í 14 dagar, havi eg trupult við at skilja.
Høvdu føroyingar boða frá nógvum makreli eystan fyri Grønland, so hevði tað fullkomiliga sligið beinini undan norska og írska pástandinum um, at allur makrelur hoyrir teimum til.
Tá ið nú langt um longi, at eitt NEI er komið úr Fiskimálaráðnum, má sigast sum maðurin segði, at hettar var, "Et forgeves træk". Vónandi verða tað ikki fleiri av hesum slagnum.