Nógvir grønlendingar eru fegnir um, at teir kongaligu tvíburarnir fingu grønlendsk nøvn, tá teir vóru til dópin seinnapartin. Tann lítli prinsurin eitur millum annað Minik, og systirin eitur millum annað Ivalo. Orðini eru grønlendsk og frá veiðimannasamfelagnum.
Teir grønlendsku politikararnir eru eisini fegnir um nøvnini, og formaðurin í landsstýrinum, Kuupik Kleist, hevur vegna tað grønlendska fólkið sent krúnprinsahjúnunum eina heilsan, sigur kringvarpið í Nuuk.
-Tað er ein stór gleði fyri okkum í Grønlandi, at teir kongaligu tvíburarnir hava fingið grønlendsk nøvn. Hetta prógvar, at grønlendingar eru fegnir um kongshúsið og serstakliga Fríðrik krúnprins, sum eisini hevur stóran áhuga fyri Grønlandi, sigur Kuupik Kleist.