Altjóða Hvalaveiðinevndin feldi í dag eitt uppskot um at loyva grønlendingum at veiða 10 kúlubøkur um árið út frá hugsjónini um veiði hjá upprunafólki.
Tað var Danmark, sum legði uppskotið fram vegna Grønland, men Danmark var tað einasta ES-landið, sum atkvøddi fyri uppskotinum. Øll hini atkvøddu ímóti.
Talsmaðurin hjá ES segði, at tá danir gjørdu av at leggja uppskotið fyri hvalaveiðinevndina, høvdu hini londini í samveldinum gjørt av at atkvøða ímóti tí.