Grønlendingar egna CIA-kanning

Grønlendska heimastýrið fer ætlandi at gera sína egnu kanning av CIA-flúgvingini í grønlendskum loftrúmi Vilja danir ikki kanna flúgvingina hjá CIA, eru grønlendingar til reiðar at gera tað. Tað sigur formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini hjá Landstinginum, Thomas Kristensen, við Politiken.

-Sjálvur haldi eg, at hetta skal kannast til botns, tí vit hava ikki fingið nóg mikið at vita frá donsku stjórnini. Vit fara at streingja á fyri at fáa hetta kannað, sigur Thomas Kristensen.

Kravið um eina kanning verður lagt fram á fundi mánadagin, tá uttanríkispolitiska nevndin hjá Landstinginum fer at hava fund við Alequ Hammond, landsstýrismann í uttanríkispolitiskum viðurskiftum.