Eins og undanfarnu ár fer toymið at gista og virka á og út frá Sjómansheiminum. Har verða andaktir, bíbliutími og sangkvøld. Vitjað verður umborð á skipum, á ellisheimum, í kirkjum og samkomum, í fangahúsi og á øðrum støðum við sangi og andaktum, skrivar trubodin.fo.
Níggju fólk verða við toyminum. Farið verður úr Føroyum fríggjadagin, 24. mai, og komið verður aftur til landið týsdagin, 4. juni. Gist verður á Ørkini í Reykjavík ávegis yvir og í Keypmannahavn ávegis heimaftur.
Fleiri av luttakarunum hava verið við øll tíggju árini, meðan onnur hava verið nakrar ferðir. Tey, sum eru við toyminum í ár, eru Paula Joensen, Ann Lydersen, Kim Midjord, Hanna Nattestad, Dakko Petersen, Liljan Midjord, Høgni við Rætt og Torleif Johannesen. Ragnar Snar Karlsson vantar á myndini.
Toymið takkar fyri forbøn og fíggjarligan stuðul.










