Grønlandstoymið farið avstað

Í gjár settu sjey føroyingar frá Heimamissiónini kós í móti Grønlandi, har teir skulu vera fram til 5. september. Talan er um sjey fólk, tvær kvinnur og fimm menn.

Fýra av teimum vóru eisini við Grønlandstoyminum í fjør. Toymið fleyg fyrst til Reykjavíkar, og flýgur víðari til Grønlandsí dag. Í Reykjavík hevði toymið møti hjá Íslendska kristniboðfelagnum, SIK.

Í Grønlandi skal toymið búgva og arbeiða út frá sjómansheiminum. Ætlanin er at hava andaktir og bíbliutímar á sjómansheiminum, vitjað umborð á skipinunum, hava andaktir á ellisheimum, sjúkrahúsinum, í fongslinum, syngja undir gudstænastum og annað.

Ætlanin er eisini at hava eina føroyska gudstænastu í Hans Egede kirkju.