Grønlandstíðindi: Óvanliga nógvur kavi

Í Grønlandi er eisini ein óvanligur vetur við nógvum kava. Kári við Stein greiðir frá:

20. februar

Í dag eru 0 stig og lot av eystri. Lómur kom inn í kvøld. Har var alt fult hjá teimum. Øll kørini og rækjupavnurin var eisini fullur. Teir byrjaðu fiskarí mikudagin. Teir høvdu smábrek við maskinuni so at siga allan týsdagin. Vektin liggur um 145-150 tons, óført. Skipari henda túrin er mín góði vinur ein kramarhúsbóndi úr Porkeri Jákup Eli Bech, sum er óførur at fiska. Hann hevur veri skipari í 4 ár á krabbabátinum Artic Wolf, fyrrverandi Ilimasaq, sum KGH átti.
Eg ørminnist, at hann var á føroyskum hondum eina tíð. Eisini har var sama rokið. Hann fekk nógvar krabbar eisini tá.


21. februar

Í dag er vindur av suðri við regni. Teir vóru lidnir umborð á Lómi í morgun kl 10 at fáa allar rækjur í kør. Móðir og troyttir tørnaðu teir inn har umborð í morgun eftir ein langan dag.

22. februar

Í dag er stilli og 0 stig í morgun, – 2 stig seinni á degnum. Lómur loysti nýggjan túr seinnapartin.
Frætt er úr Eysturgrønlandi. Fiskaríið kundi verið betri. Onkrir dagar eru brúkiligir hjá teimum. Har eru beint nú Ocen Tiger, Artic Viking, Olympos Prawns, Taurus, Eldborg og Remøy Viking. Polar Amaroq og Polar Qassiut eru á veg vestur um aftur.

25. februar

Natarnaq kom inn at landa í morgun, gott 300 tons. Fiskaríið kundi verið betri, verður sagt.

26. februar

Natarnaq loysti á midnátt í gjárkvøldið til nýggjan túr. Frætt er úr Kanada frá Markus. Teir hava gott fiskarí, fáa um 80-85 tons niður um samdøgrið. Teir hava fiskað í gott 5 samdøgur og hava knapt 500 tons inni.

27. februar

Í dag eru -8 stig og stilli. Lómur kom inn um kl 6 í morgun við knapt 130 tonsum av ísaðum rækjum .Tað brendi á við kavaroki í kvøld. Ein øgilig mongd av kava er komin niður.

28. februar

Tað kavar framvegis, og nú er kolandi stormur av suðri. Lómur loysti í morgun nýggjan túr. Frætt er frá einum trolara úr Eysturgrønlandi. Teir lógu í nógvun ísi, men høvdu trolið úti. Men lítið bar til, 800 kilo í síðsta háli.
Krabbabáturin Natoralik, sum roynir um Frederikshåb leiðina hevði 15 tons inni fríggjadagin. Teir vóru farnir inn í Arsukfjørðin at umvæla krabbaspælið. Har vóru betri likindir at umvæla enn úti á. Teir kundu kortini ikki draga fyri ringun sjógvi.