Grønlandstíðindi

Væl umtóktu grønlands­tíðindini hjá Kára við Stein í FF-blaðnum halda fram í Sosialinum

Kári við Stein

 

 

18. apríl

Polar Amaroq kom inn í kvøld eftur fólki og onkrum reservadeili. Teir hava roynt úti í Dýpinum og fiskaríið er so sum so. Slagið er onki at reypa av. Teir hava gjørt okkurt háli. Teir komu úr Nuuk, har teir hava landað í fyrradagin. Nanok Trawl er inni í Nuuk og landar í dag.

 

19. apríl

Í dag er –2 stig og stilli við kava­ælingi. Lómur kom inn at landa í nátt. Teir hava um 90 tons inni. Teir hava roynt víða um í Dýpi­num.

 

20. apríl

Í dag er –4 stig og stilli. Ein av skeljabátunum, Sonja Kiil, kom inn í morgun at landa. Teir høvdu fulla last, gott 20 tons av pilkaðari jákupskel.

 

23. apríl

Í dag er –1,3 stig og stilli. Polar Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 180 tons av sekkjarækjum inni henda túrin. Teir hava verið úti í 10 dagar. Anna Kiil, sum fiskar jákupskel, kom inn í morgun. Teir hava um 20 tons inni. Teir hava trupulleikar við at fáa pilkarar til skipið. Akkordin er við at fara í botn hjá pilkarunum. Sum nú er fáa teir 19 kr fyri kilo, so tað skal pilkast nakað nógv fyri at fáa eina góða løn. Natarnaq er inni í Nuuk og landar í dag. Teir hava knappa fulla last inni. Lómur, sum fór út fríggjadagin aftaná døgurða, kom inn í morgun við gott 120 tonsum. Øll kør vóru full og tangin eisini, so teir máttu taka ein heilan lastbil afturat við kørun. Óført fiskarí hava teir haft. Teir hava bert fisk­að nakrar fáar tímar yvir tvey sam­døgur. Annars fáa teir smærru bátarnir nógvar rækjur fyri tíðina her um Sisimiut leiðina.

 

Flaggdagur 25. apríl

Í dag er - 2,2 stig og stilli. Markus er inni í Nuuk og landar. Teir hava gott og væl 640 tons inni. Teir vóru inni her fyri trimum vikun síðani og løgdu fongin upp. Teir royndu við einum troli í einar fýra dagar. Síðan varð roynt við tveim­um trolum.

 

Vánalig tænasta hjá Royal Greenland

Lómur og Markis liggja næstan svínabundnir til kaj her. Teir byrj­aðu fyrst at landa skipið í gjára­náttina, og teir sleppa ikki út aft­ur fyrrenn í morgin á middegi. Soleiðis verða rækjubátarnir við­farnir. Her í Sisimiut liggja teir einar tveir til tríggjar dagar, áðrenn loysast kann frá landi aftur. Hetta eru tær trongu treytir­nar, sum teir koyra undir. Virkini klára ikki at taka ímóti rávøruni. Summir fara til Nuuk at landa, og har eru eisini betri vilkor. Har fáa teir meir fyri lastina í prosentum, enn teir fáa her í Sisimiut. Tað er Polar Seafood í Nuuk, sum landað verður til. Her er eitt evigt kríggj, hvørja ferð landað verður. Ósemja er javnan um vrakingina av rækj­um. Summar rækjur onkran svart­an plett á skeluni, og so verður hon vrakað, sjálvt um einki bagir lidnu framleiðsluni. Hesir plettar verða gjørdir til trupulleika hjá Royal Greenland, men ikki hjá Polar Seafood. Trolararnir hjá Royal Greenland, sum fiska uttan­skers, kóka somu rækjur við svørtun plettun á uttan nakað. Tað er heldur løgið av sama virkið at hava tvey sett av reglum fyri somu rækju. Hetta hevur eisini verið í fjølmiðlunum herfyri uttan at nak­að hendir.

Dømi er um, at ein bátur var í Nuuk og landaði 45 tons í dag. Teir avreiddu fyri 331.000 krónur. Var henda lastin avreidd her í Sisi­miut, hevði hon givið um 100.000 krónur minni. Tað er tí væl skilj­andi, at fiskimenn royna at sleppa at landa hjá teimun privatu í Nuuk. Tað eru tríggir føroyingar við Lómi fyri tíðina. Teir eru suðoyringar, og teir eru sindur hittin­orðaðir sum nógvir teirra eru. Í kvøld komu teir niðan til mín at spæla sjavs. Eg havi ikki spælt sjavs síðani í 1973-74, men væl gekk. Vit fýra høvdu eina góða og hugnaliga løtu saman, áðrenn teir fóru umborð aftur. Avtalan var, at hetta tiltakið við sjavs skal halda fram, um teir skulla liggja so leingi við kaj hvørja ferð landað verður!

 

 

26. apríl

Ferðafólk fram um toppstykki

Í dag eru 0 stig og sólin stendur høgt á himli allan dagin, men vind­ur av norði úti er úti á. Polar Nagtoralik kom inn í kvøld við NanoqTrawl uppá sleip. Teir hava maskintrupulleikar. Tað er eitt toppstykki, sum er farið. Teir hava skift hetta toppstykki út, nú teir vóru inni í Nuuk og landaðu. Tískil er støðan er tann, at teir onki reserva toppstykki hava eftir umborð. Eitt slíkt toppstykki vigar gott og væl 400 kilo. Tað vigar ímóti fleiri fólkum eftir rokni­háttinum hjá Air Greenland, og ferðafólk verða tikin fram um alt hjá teimum. Fragtflúgvarin kemur ikki higar fyrrenn týsdagin. Tað er tað fyrsta, teir kunna rokna við at síggja toppstykkið, uttan so at teir leiga ein flúgvara eftir tí. Sum eg skilji er tað loysnin hjá teimun.

 

27. apríl

Í dag er + 2 stig og stilli. Ocean Tiger kom inn í morgun at millum­landa. Teir eru komnir í neyð við plássi í lastini. Teir skulla annars inn til Nuuk mikudagin 2. mai at landa. Tikarin fór útaftur í kvøld. Nanoq trawl má bíða til mánadagin eftir deilinum, um Air Greenland hevur pláss fyri honum.

 

28. apríl

Í dag eru 2,1 stig og stilli. Akama­lik kom inn her til Sisimiut at landa í morgun. Teir hava 500 tons inni hendan túrin. Steffen C kom inn til Nuuk í dag at landa. Teir hava fulla last.

 

29. apríl

Í dag eru - 3,3 stig og stilli. Akama­lik loysti til nýggjan túr aftaná døgurða í dag. Lómur kom inn við fullari last, gott 123 tons. Teir skulla byrja at landa í morgin. Ja aftur hesa ferð bleiv ein trolari snýttur av Air Greenland. Onki topp­stykki kom í dag til Nanok Trawl. Í morgin er lovað teimun, at teir fáa vøruna. Her er onki vist, fyrrenn at vøran liggur við síð­una av skipinum á kajuni. So­leiðis eru okkara viðurskifti í 2007.

 

30. apríl

Í dag eru –0,6 stig og stilli. Taser­miut kom inn í morgun at millum­landa. Teir hava knapt 300 tons inni. Tann nýggi skeljabáturin Louise L kom inn í morgun. Eitt snotuligt skip at líta á. Tað er nakað væl størri enn skipið, sum teir eru komnir í staðin fyri. Teir hava nakað av smátrupulleikum í maskinuni, og rokna við at sigla í morgin. Teir smærru bátarnir fáa nógvar rækjur. Teir koma søkk­ladnir inn at landa. Teir mugu eisini bíða við toli at koma framat at landa.

 

1. mai

Deilurin til Nanoq Trawl kom í dag, og teir loystu í kvøld aftur. Ikki vóru teir komnir langt út, so máttu teir venda við aftur. Tað var okkurt galið við turbin.

 

2. mai

Í dag eru – 0,3 stig og dýrdarveður. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Teir hava fulla last inni. Polar Timjarmiut kom inn higar eftir einum troli og fóru so víðari til Nuuk at landa. Har er alt fult, sum fyllast kann. Teir hava roynt í 12 dagar. Teir verða til landingartíð í morgin. Ocean Tiger er í Nuuk og landar í dag. Lómur loysti nýggjan túr í dag

Hetta vóru tíðindini hesa ferð.