Grønlands Kommando ávarar ferðamannaskip

Grønlands Kommando hevur sent ávaring til ferðamannaskip, um at vera sera ansin í grønlenskum sjógvi, bæði av ísávum, men eisini av nógvu flúrunum, sum eru við Grønland. Stjórin í Grønlands Kommando, admiral Henrik B. Kudsk, heitir, í skrivi, á reiðaríini, um altíð at fáa tvey ferðamannaskip at fylgjast, tá ið tey koma til Grønlands, skrivar Berlingske Tidende.

Grundgevingin er, at tað kann verða trupult, at veita skjóta hjálp, tí Grønland er so stórt. Um tvey skip eru í fylgi, kann annað skipið skjótt veita hjálp, um okkurt skuldi verið áfatt hjá hinum skipinum.

?Eg havi sent skrivið, tí eg óttist eina stóra vanlukku, serliga nú tað koma so nógv ferðamannaskip til Grønlands?, sigur Henrik B. Kudsk í skrivinum til reiðaríini.

Sambært Henrik B. Kudsk admirali, so er neyðugt at fáa samarbeiði í lag, tí fjarstøðan í Grønlandi kann verða so stór, at tað kann taka drúgva tíð, áðrenn Grønlands Kommando kann veita hjálp.

Reiðaríini hava svara positivt uppá skrivið frá stjóranum í Grønlands Kommando.