Maðurin í grønlendska býnum Maniitsoq, sum løgreglumenn herfyri sóu seg noyddar at skjóta í armin, tí hann hótti við knívi og vildi ikki yvirgeva seg hóast ávaringarskot, hevur nú verið í rættinum. Tað sigur ákærin hjá grønlendsku løgregluni, Tobias Berg, í tíðindaskrivi.
Maðurin er skuldsettur fyri hóttanir og ágang, eisini móti løgreglumonnum í tænastu. Hetta eru viðurskifti, sum fóru fram í oktober/ november 2017. Maðurin er eisini skuldsettur fyri drápsroynd hin 25. september í ár og ágang móti løgreglumonnum í arbeiði, tá hann hótti teir við knívi. Maðurin sýtti fyri at hava framt drápsroynd, men viðgekk allar aðrar skuldsetingar.
Hann er nú fyribils fongslaður til hin 23. oktober. Rætturin helt orsøk vera at halda, at maðurin hevur gjørt seg sekan í umrøddu skuldsetingum, og at hann kann finna upp á at fremja líknandi kriminalitet aftur, um hann verður latin leysur.
Sjálvur segði maðurin í rættinum, at hann hin 25. september var vápnaður við knívi og hótti fleiri fólk í Maniitsoq, eisini umrøddu løgreglumenn, sum komu á staðið.
- Eina løtu hevði nú fongslaði maðurin ynski um at vera skotin av løgregluni. Hann segði, at løgreglumenninir fleiri ferðir royndu at steðga honum við piparspreiði, men tað eydnaðist teimum ikki. Hann vildi ikki yvirgeva seg, fyrr enn hann at enda varð skotin í armin – og heldur ikki, tá løgreglan skeyt ávaringarskot, sigur ákærin, Tobias Berg.