Grønlendska felagið Koldco Greenland arbeiðir við einari verkætlan at útflyta vatn úr Paamiut til Afrika, og sambært ætlanini er talan um at útflyta 600.000 rúmmetrar av vatni um árið.
Sum skilst á www.sermitsiaq.ag, fyriliggur skjótt ein ætlan fyri framleiðslulinjuna. Sum er, bíðar felagið eftir góðkenning frá Sjóferðslustýrinum, áðrenn kommunan kann taka endaliga støðu til verkætlanina.
Ein av pørtunum í verkætlanini, Martin Sandy Shalmi, sigur, at góðkenningin hjá kommununi er eitt stig av trimum, áðrenn Koldco Greenland kann fara í gongd við sjálva framleiðsluna.
- Næsta stigið er ein ætlan fyri sjálvt virkið, sum skal teknast og góðkennast, og triðja stigið er ein lýsing av møguligum náttúruárinum, sum fevnir um alla verkætlanina og eisini ætlaða virkisbygningin.
Martin Sandy Shalmi sigur, at tá formellu viðurskiftini annars eru komin upp á pláss – vónandi til várs – skal verkætlanin góðkennast av ráðnum fyri umhvørvi og náttúru hjá heimastýrinum.
- Tá øll hesi viðurskifti eru greið, fara vit at seta fokus á at finna tær umleið 500 miljónir krónurnar til verkætlanina, og eg haldi, at her eru góðir møguleikar, sigur Martin Sandy Shalmi.