Camp Century er hernaðarstøð í Grønlandi, ið blevi bygd undir innlandsísinum undir kalda krígnum. Hóast støðin bleiv niðurløgd fyri 50 árum síðani, elvir hetta nú til høvuðbrýggj í sambandinum millum Grønland, USA og Danmark.
Tað skrivar grønlendska Sermitsiaq.
Camp Century bleiv bygt sum ein liður í verjuni í móti hóttanini frá Sovjett samveldinum, men var við tíðini ikki neyðug longur. Tí bleiv hon niðurløgd, men alt bleiv ikki tikið við. Millum annað eru eini 200.000 litrar av dieselolju og annað vandamikið burturkast eftir á støðini.
Vísindafólk hava staðfest, at ínnlandsísurin er í minking og tí er tað bert ein spurningur um tíð áðrenn hernaðarstøðin kemur undan kavi.
Tí hevur grønlendski uttanríkisráðharrin, Vittus Qujaukitsoq, kravt at Danmark setir seg í samband við amerikonsku myndugleikarnar, fyri at fáa teir at rudda upp eftir sær, áðrenn ein størri umhvørvislig vanlukka kann raka.
Uttanríkisráðharrin í Danmark, Kristian Jensen, hevur sagt, at ein kanning skal setast í verk í sambandi fyri at kanna málið betur, men tað vilja grønlendsku myndugleikarnir ikki ganga við til.
Grønland hevur alment sagt, at um donsku myndugleikarnir ikki vilja gera nakað við málið, ætlar Grønland at taka málið upp í ST samanhangi, har teir vænta at fáa viðhald frá øðrum londum.
Eygleiðarar meta, at hetta kann gerast ein trupul støða hjá Danmark, tí samstundis sum teir royna at tala grønlendsku sakina, so verður USA væntandi ikki við uppá at taka upp eftir sær.