Grønland ætlar sær at ganga á odda, tá tað ræður um at koma oljudálking til lívs.
Á fundi í Kanada hjá Inuittfólkunum ?Inuit Leaders Summit? legði grønlendski landsstýrisformaðurin Kuupik Kleist uppskot fram um ein grunn, sum skal verja móti oljudálking. Grunnurin skal rinda fyri útreiðslur frá oljudálking í sambandi við oljuleiting á opnum havi og framleiðslu av kolvetnum.
Grønland fer at arbeiða fyri, at talan verður um eina heimsumfatandi skipan, sum byggir á eina altjóða konventión. Grunnurin skal eisini byggja á solidariska fígging frá oljuídnaðin, sum byggir á prinsippið um, at tað eru tey, sum dálka, ið skulu gjalda.
Dentur verður lagdur á, at Grønland heldur fram við at átaka sær sínu egnu tjóðskaparligu ábyrgd fyri at tryggja, at oljufeløg, sum arbeiða í grønlendskum sjógvi, kenna fulla ábyrgd og eru fíggjarliga so mikið væl fyri, at tey megna at handfara allar skyldur, sum kunnu tengjast at teirra virksemi.
Ein altjóða grunnur skal ikki broyta tey prinsipp, sum eisini galda í Grønlandi, um ábyrgdina hjá tí einstaka felagnum fyri egnum gerðum.
-Vit halda samtíðis, at vit kunnu fáa gagn av, at vit á altjóða støði skipa fyri eini slíkari skipan, sum gongur tvørtur um landamark, til gagn fyri bæði fólk, lond og ídnaðin segði Kuupik Kleist, landsstýrismaður á fundinum fyri Inuitleiðarar í Arktis og ICC.
Grønland fer seinni at mæla til, at uppskotið verður tikið upp í Arktiska Ráðnum eins og Grønland fer at luttaka í samráðingum í altjóða maritima felagsskapinum IMO um at stovnseta altjóða ábyrgdarskipanir í sambandi við oljuvirksemi til havs.










