Grønland við í veðurlagsavtalu

Grønlendska landsstýrið og danska stjórnin samdust í gjár um, at Grønland fer at taka undir við einari veðurlagsavtalu á ráðstevnuni í Keypmannahavn, men at avtalan skal ikki forða grønlendingum at útbyggja vinnulívið.

Sambært Kuupik Kleist, landsstýrisformanni, merkir tað, at Grønland kann fara undir oljuvinnu, fullføra útbyggingar innan aluminiumsvinnuna og aðra vinnu tey næstu 30 árini, tó við atliti til umhvørvið.

Tað var úrslitið av einari telefonsamrøðu, sum hann hevði við Connie Hedegaard, veðurlagsmálaráðharra í gjár, sigur grønlendska kringvarpið.