Tá grønlendingar skulu velja nýtt landsting, Inatsisartut, 24 apríl, verða tveir nýggir flokkar at velja millum á vallistanum. Tað upplýsir grønlendska kringvarpið KNR.
Valnevndin góðkendi í gjár flokkarnar Samarbejdspartiet og Nunatta Qitornai, eftir at tað hevði eydnast fólkunum handan flokkunum at savna neyðugu atkvøðurnar til at bjóða seg fram á landstingsvalinum.
KNR upplýsir, at kravið til ein nýggjan flokk er, at flokkurin fær eitt ávíst tal av undirskriftum frá veljarum. Tað talið er 1/31 partur av samlaða talinum av borgarum, ið høvdu valrætt til farna val. Á valinum í 2014 vóru 29.201 borgarar, ið høvdu valrætt, og var tískil neyðugt við 942 undirskriftum á hesum sinni.
Samarbejdspartiet er ein sosialliberalistiskur flokkur og oddafólkini eru Michael Rosing og Tillie Martinussen. Bæði tvey vórðu fyri fýra árum síðan vald á ting fyri Demokratarnar.
Leiðarin fyri Nunatta Qitornai er Vittus Qujaukitsoq, ið hevur sitið á tingi fyri Siumut og var fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Aleqqa Hammond frá 2013-14 og uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Kim Kielsen frá 2014 til 2017. Vittus Qujaukitsoq meldaði seg úr Siumut, tá tað ikki eydnaðist honum at koppa Kim Kielsen av formanssessinum í 2017.