Grønland: Tvær kvinnur skuldsettar fyri dráp

Løgreglan í grønlendska býnum Aasiaat hevur handtikið tvær ungar kvinnur og skuldsett tær fyri at hava beint fyri einum manni í býnum um vikuskiftið. Í grundlógaravhoyring vórðu kvinnurnar varðhaldsfongslaðar í 13 og 26 dagar, sigur kringvarpið KNR.

Ákæruvaldið hevur upplýst, at onnur kvinnan er yngri enn 18 ár.

Leygardagin fekk løgreglan í Aasiaat boð um, at fólk vóru farin til hendurs í býnum. Tá løgreglan kom á staðið, fann hon ein mann, og stutt eftir bleiv staðfest, at hann var deyður. Talan er um ein mann í 40-árunum.

Ákæruvaldið sigur, at tær báðar kvinnurnar eru skuldsettar fyri at hava stungið mannin við knívi og fyri at hava sligið og sparkað hann.