Grønland tiðnar

NASA hevur nú prógvað, at grønlendski ískappin tiðnar skjótari enn mett. Tiðningin var størst í 2010.

Innlandsísurin tiðnar skjótari enn allar forsøgnir hava sagt.
Alheims upphitingin við hækkandi hita, hevur ført til at sumrini byrja fyrri og ísurin tiðnar skjótt kring alt Grønland.
Hesar upplýsingar hevur NASA savnað saman frá veðurfylgisveinum.
Hesir fylgisveinar máta smáar nøgdir av mikrubylgjur, ið koma frá ísi og vatni.
Ein onnur avleiðing av hesum er, at grønledsku sumrini hava vart í 60 dagar longur, enn miðaltalið seinastu 30 árini.

Steðgar
Tað eru tó ikki allir granskarar ið eru eins dapurtskygdir um innlandsísin.
Hesir vísa á, at tey heitu sumrini kortini ikki fáa ísin at ferðast skjótari ímóti havinum.
- Nei, sigur professarin, Andrews Shepherd frá University of Leeds. – Grønlendski innlandsísurin er tryggari enn vit áður hava hildið.
Hansara fólk komu fram til, at størri nøgdir av távatni skapa serstakar kanalir undir ísinum, sum síðani leiða vatnið burtur.
Hetta hevur aftur havt ta avleiðing at glíðingin verður bremsað á einum ávísum støði.