Kvamfjallið við Narsaq í Grønlandi kann sambært grønlendska kringvarpinum fáa sera stóran týdning fyri heimsins orkuveiting í framtíðini. Í fjallinum er sera nógv til at einum geiðslavirknum evni, sum eitur Thorium, og sambært jarðfrøðinginum Henning Sørenssen er líka nógv orka í sjálvum Kvamfjallinum sum øll oljan í heiminum.
Verður økið kring fjallið tikið við, er orkumongdin tíggju ferðir størri, sigur hann.
Í løtuni hevur avstralska felagið Greenlands Minerals and Energy kanningarrættin til Kvamfjallið, men Henning Sørensen mælir teimum grønlendsku myndugleikunum til at leggja ætlanir fyri, hvat skal henda, um felagið fer undir námsvinnu har.










