Grønland: Stórt yvirskot

Stjórin í Grønlandsbankanum ávarar ímóti, at tað verður ein koddi hjá landsstýrinum, at landskassin í fjør hevði eitt úrslit, sum var 210 milliónir betri enn væntað

- Yvirskotið hjá grønlendska landskassanum upp á 137 milliónir krónur, má ikki gerast ein koddi hjá landsstýrinum.

Tað heldur stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, nú landskassaroknskapurin fyri 2015 vísir eitt yvirskot upp á 137 milliónir krónur, sum er 210 milliónir betri enn væntað, tí roknað varð við einum halli upp á 73 milliónir krónur.



- Tað er positivt, at landskassin hevur yvirskot, sum millum annað stavar frá óvanliga góðum fiskiskapi og góðum prísum, men harfyri hevur Grønland stórar avbjóðingar at taka sær av, sigur hann við grønlendska kringvarpið, KNR.



Stjórin í Grønlandsbankanum vísir á, at týðandi nýskipanir mugu til, um búskapurin skal vera burðardyggur og um Grønland skal hava menning og vøkstur. Tí ávarar hann eisini ímóti, at góða úrslitið ger, at neyðugu átøkini verða útsett.



- Júst nýskipanirnar hava alstóran skund á bæði íbúðar-, pensjóns- og útbúgvingarøkinum, samstundis sum alneyðugt er at menna privata vinnulívið, sigur Martin Kviesgaard.