Um tað skal eydnast Kim Kielsen at verða sitandi sum landsstýrisformaður í eini nýggjari stjórn í Grønlandi, so verður tað helst við tí minst møguliga meirilutanum.
Eftir at Demokraterne í gjár boðaðu frá, at tey ikki ynskja at fara í stjórn við teimum flokkum, ið samráðast í løtuni, bleiv eisini greitt, at IA heldur ikki verður partur av stjórnini.
Við grønlendska kringvarpið KNR sigur Sara Olsvig, forkvinna í IA, at Kim Kielsen, landsstýrisformaður og formaður í Siumut, hevur slitið samráðingarnar við IA. Orsøkin er ósemja um eina nýggja fiskivinnulóggávu.
Tað tykist tó ikki at seinka arbeiðinum at skipa eina nýggja stjórn, tí sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq, so hevur Siumut handað Partii Naleraq, Atassut og Nunatta Qitornai eitt uppskot til samgonguskjal, sum nú verður viðgjørt innanhýsis í baklandinum hjá flokkunum.
Um so verður, at samgonga verður skipað við teimum fýra flokkunum, so verður talan um tað minst møguliga parlamentariska grundarlagið undir eini meirilutastjórn. Teir fýra flokkarnir hava tilsamans 16 av 31 tinglimunum.