FÓTBÓLTSPOLITIKKUR
Grønlendingar eru ikki sjálvstøðugir limir í europeiska fótbóltssamgonguni. Og í gjár gjørdist greitt, at um Grønland skal gerast limur í UEFA, so skal Grønland fyrst gera upp við støðuna, sum teir hava í danska ríkinum.
Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevði eykaaðalfund í Prag í gjár. Á fundinum var millum annað viðgjørt, hvørji krøvini skulu vera til teirra, sum í framtíðini fara at søkja um limaskap í UEFA.
Limalondini samtyktu uppskotið frá aðalnevndini. Uppskotið gekk út uppá, at í framtíðini skal tað vera soleiðis, at tað bara kann koma upp á tal at innlima nýggj limalond, um tey eru limir í ST.
Tað eru ikki so nógvar europeiskar fótbóltstjóðir, sum ikki eru limir í UEFA. Men nýggja ásetingin kemur illa við hjá grønlendingum. Grønland hevur arbeitt við møguleikanum at vinna limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni, men nú verður ikki møguleiki fyri hesum, uttan at Grønland fyrst fær limaskap í Sameindu Tjóðunum.
Limaskapurin er sjálvandi eisini treytaður av, at talan er um eitt nationalt fótbóltssamband, og at tað er skipaður fótbóltur í landinum.
Serstøða
Tá málið varð umrøtt og samtykt fyrrapartin í gjár, varð staðfest, at nýggja samtyktin skal ikki hava avleiðingar fyri fótbóltstjóðirnar í UEFA, sum ikki eru limir í ST. Í tí sambandi vórðu nevndar Føroyar og fótbóltstjóðirnar í Stórabretlandi. Tær eru Skotland, Ongland, Wales og Norðurírland.
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, vóru á eykaaðalfundinum, sum tey 51 UEFA limalondini høvdu í gjár.
? Nýggja samtyktin kom ikki óvæntað á okkum. Málið varð viðgjørt, tá vit fyrr í summar vóru á norðurlendskum fundi í Lofoten. Brøðratjóðirnar tóku undir við UEFA uppskotinum, og tað gjørdu vit eisini, siga føroysku umboðini úr Prag.










