Erik Balling, filmstjóri, starvaðist við filmi í Danmark, men hann var eisini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum í somu ørindum. Føroyingar minnast óivað nógvir filmin Tro, Håb og Trolddom, ið varð tikin upp í Føroyum. Nakrir føroyingar vóru við í filminum, sum Balling og William Heinesen gjørdu handrit til.
Filmurin er frá 1960, og eisini her stóð Henning Bahs fyri teimum serstøku kryddaríunum. Millum donsku leikararnar vóru Bodil Ipsen, Gunnar Lauring, Peter Malberg, Poul Reichardt og Louis Miehe-Renard.
Um samstarv sítt við William Heinesen greiðir Erik Balling hugvekjandi frá í endurminningum sínum.
Balling setti seg í samband við »Færøernes store digter«. Balling kendi bøkurnar hjá William, og honum dámdi tær sera væl. Til stóra gleði fyri Balling var William Heinesen við upp á hugskotið um samstarv teirra millum. Balling sigur, at tað, at William segði ja til samstarvið, metir hann sum eitt tað besta, ið er hent honum.
Balling herjaði á, hóast sjóverk, og kom til Havnar og vitjaði William heima við hús. Fyrsta ætlanin var at gera skaldsøgu Williams, Nóatún, til film. At røkka endamálinum reikaðu teir Føroyar á tamb. Og Balling metir, at »jeg havde den fornemmeste rejsefører, man kan forestille sig«.
Balling greiðir frá eini ferð um fjøll, har útsýnið skuldi vera so framúr. Tá teir komu niðná, var bert mjørki at síggja. Men William Heinesen greiddi frá og lýsti alt so væl, at Erik Balling er ivaleysur í, at hann er tann einasti, ið veruliga hevur sæð vakrasta útsýnið, ið er í Føroyum.
Kelda: Som barn var jeg voldsomt hidsig, Endurminningar. Erik Balling