Grønland skerjir CO2-útlátið

Skip hjá almenna grønlendska reiðarínum Royal Arctic Line skulu skerja CO2-útlátið í komandi árum Skulu grønlendingar gera sær vónir um at halda ásetingarnar í Kyoto-sáttmálanum og at skerja CO2-útlátið innan 2012, er tað umráðandi, at tær stóru fyritøkurnar reka ein ábyrgdarfullan veðurlagspolitikk.

Umleið 40 prosent av tí grønlendska CO2-útlátinum stavar frá fiskivinnu og flutningi, og nú er avgjørt, at almenna flutningsreiðaríið Royal Arctic Line skal skerja sítt útlát fimm prosent innan 2012.

Kunningarstjórin í felagnum, Jakob Strøm, sigur við KNR, at felagið kann røkka tí ásetta málinum. Hann sigur, at skipini hjá reiðarínum sigla so spakuliga, sum til ber, tí tað gevur minni nýtslu og minni útlát.