Tele-Post, almenna fjarskiftisfelagið í Grønlandi, hevur í løtuni ongar ætlanir um at útbyggja netið til 5g net, men tá tað hendir, verður tað ikki við Huawei sum veitara.
Tað staðfestir føroyski stjórin í Tele-Post, Kristian Reinert Davidsen, fyri KNR.
Meðan rokið um Huawei og dagføringina av netinum enn koyrir upp tað harðasta í Føroyum, er grønlendska fjarskiftisfelagið avgjørt: tað verður ikki Huawei, sum fer at seta 5g netið upp.
- 5g kemur til Grønlands, men einki dato er sett á enn. Vit meta ikki, at Huawei er ein møguligur veitari av netinum hjá Tele-Post, sigur Kristan Reinert Davidsen við KNR.
4g netið gjørdist í fjør landsdekkandi í Grønlandi, og tað er Eriksson, ið er veitari av tí netinum. Og tað er orsakað av kostnaðinum, at Tele-Post hevur valt Huawei frá sum møguligan veitara av 5g netinum.
- Vit skiftu alt mobilnetið út í fjør, og skuldu vit skift til ein annan 5g veitara, skuldu vit skift alt netverkið út aftur, og tað er ikki realistiskt, sigur Kristian Reinert Davidsen.
Tá Tele-Post valdi Eriksson sum veitari í 2017, varð hetta gjørt út frá einari heildarmeting, har hædd varð tikin fyri góðsku og prísi, men eisini trygd, sigur Kristian Reinert Davidsen, sum tó ger greitt, at hann veit ikki at siga, um hvørt annar veitarin er tryggari enn hin.