Grønland: Ósemja kann enda við samgongusliti

Lítli meirilutin hjá Kim Kielsen er nú hóttur

Ein ósemja um avmarkingar á veiðu av djórum í Ittoqqortoormiit og Qaanaaq og trupulleikar við vørumóttøku í Upernavik kann gerast endin á nýggju samgonguni hjá Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformanninum.


Jens Napaattooq, tinglimur fyri Partii Naleraq, hóttir nevniliga landsstýrisformanninum við at slíta samstarvið, um hann ikki fær sín vilja. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.


- Um vit ikki fáa undirtøku fyri hesum krøvum, og landsstýrið ynskir at stýra sum einaveldi, má formaðurin fyri landsstýrinum, Kim Kielsen, finna ein annan samstarvsfelaga. Støðan er so álvarsom, at tað kann enda við samgongusliti, sigur Jens Napaattooq við Sermitsiaq.


Jens Napaattooq er ikki einsamallur í sínum krøvum. Hans Enoksen, formaður í Partii Naleraq, stuðlar sjónarmiðunum hjá partafelaga sínum og krevur, at ongar avmarkingar verða settar fyri veiðumenn í Norðurgrønlandi og at landsstýrið skipar fyri betri umstøðum við vørumóttøkuni í Upernavik.


Við Sermitsiaq sigur Kim Kielsen, at hann onga viðmerking hevur til málið, tí slíkar ósemjur skulu loysast innanhýsis í samgonguni og ikki í miðlunum.


Nýggja landsstýrissamgongan hjá Kim Kielsen, ið bleiv skipað 4. mai í ár, er stuðlað av 16 út av 31 tingmonnum og kann kravið frá Partii Naleraq sostatt slíta samgonguna.


Teir fýra flokkarnir í grønlendska landsstýrinum eru Siumut, ið hevur níggju tinglimir, Atassut, ið hevur tveir tinglimir, Samarbejdspartiet, ið hevur ein tinglim, og Parti Naleraq, ið hevur fýra tinglimir.