Grønland: Nunaoil hall

Almenna oljufelagið í Grønlandið hevur aftur reyð tøl á botnlinjuni í sínum nýggjasta ársroknskapi

30 ára gamla oljufelagið hjá grønlendska sjálvstýrinum hevði í fjør eitt hall upp á 6,5 milliónir krónur, sum sjálvandi ikki var gott, men tó 1,6 millión krónur betri enn væntað.

Orsøkin til, at hallið ikki bleiv so stórt, sum roknast kundi við, er fyrst og fremst sparingar. Annars er óvissa um framtíðina hjá felagnum, orsakað av lágum oljuprísum og eini mestsum fráverandi frálandavinnu í Vesturgrønlandi.

Í mun til undanfarin ár hevur Nunaoil í fjør ikki gjørt íløgur í seismiskar dátur, og tí hevur felagið heldur ikki havt nakrar nýggjar inntøkur frá sølu av seismiskum dátum, veit grønlendska kringvarpið, KNR, at siga.

Yvirhøvur hevur oljuvinnan í 2015 brúkt 20 prosent minni til granskingar- og kanningararbeiði, enn síðstu fimm árini, og hóast nevndin í Nunaoil væntar, at virksemið fer at vaksa aftur næstu árini, noyðist felagið at tillaga seg og minka mest møguligt um útreiðslurnar.

Nunaoil sigur í ársfrágreiðing síni, at roknar verður við, at felagið í ár fær eitt hall upp á sjey milliónir krónur.