Grønland: Noyðast at gevast fyribils

Fiskavirkið hjá Royal Greenland í Uummannaq kann ikki byrja framleiðsluna aftur, fyrr enn ein partur av vørugoymsluni er tømd.

 

 

 

 

Tað hevur verið neyðugt at steðga fiskaframleiðsluni á virkinum hjá Royal Greenland í Uummannaq, tí vørugoymslan er so full.

Á sínari heimasíðu veit Royal Greenland at siga, at eingin avskiping verður, fyrr enn ísurin minkar, og skip aftur kunnu koma til Uummannaq.

- Fyrsta skipið, sum er ætlað at koma, kemur hin 21. mai, men um ísurin minkar fyrr ella seinni, kunnu ætlaninar broytast, verður lagt aftrat.

Frystigoymslurnar í nærliggjandi bygdum, Ukkusissat, Ikersak og Saattut, eru eisini við at gerast fullar, og her fer helst eisini at standa á.

Arbeiðsfólkið á fiskavirkinum í Uummannaq eru tó framvegis til arbeiðis. Tey rudda á virkinum og skulu annars á skeið fimm tær næstu vikurnar.