Grønland mótmælir í Arktiska Ráðnum

Sum mótmæli móti manglandi virðingini hjá svenska formansskapinum fyri leiklutinum hjá sjálvstýrandi økjunum í danska ríkinum hevur grønlendska landsstýrið gjørt av at halda seg burtur frá ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum.

Boykottið verður formliga víst á tann hátt, at grønlendska landsstýrið ikki verður til staðar, tá Svøríki í morgin handar formansskapin í Arktiska Ráðnum víðari til Kanada.

- Hetta er eitt neyðugt stig at taka, tá svenski formansskapurin konsekvent hevur vikið frá vanligum mannagongdum um, at allir tríggir partar í danska ríkinum skulu vera við til samráðingarnar í Arktiska Ráðnum, sigur grønlendska landsstýrið um støðuna.

Arktiska Ráðið hevur í hesum døgum fund í svenska býnum Kiruna. Millum luttakararnar á fundinum í morgin eru amerikanski og russiski uttanríkisráðharrin, ávíkavist John Kerry og Sergei Lavrov.

- Síðani á heysti 2011 hevur Grønland ikki fingið loyvi at sita við borðið til samráðingarnar í Arktiska Ráðnum, og tað er í stríð við galdandi praksis á økinum, sigur grønlendska landsstýrið, sum tí heldur seg burtur í morgin, hóast bæði Kerry og Lavrov eru til staðar.

Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, sigur seg harmast grønlendsku støðuna.

- Vit vóna sjálvandi, at grundarlag skjótast gjørligt aftur verður fyri at Grønland tekur lut í arbeiðnum í Arktiska Ráðnum, og tað vilja vit arbeiða fyri, ljóðar diplomatiska svarið frá Villy Søvndal, sambært Ritzau.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, umboðar Føroyar á fundinum í Arktiska Ráðnum. Stutta tíðindaskrivið úr Løgmansskrivstovuni í dag staðfestir ikki annað enn at løgmaður er við í Kiruna.

Tað hevur í kvøld fingið formannin í Tjóðveldi at spyrja løgmann eftir, hvørja støðu Føroyar hava í somáta. Høgni Hoydal, sum eisini er næstformaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, spyr løgmann, um Føroyar eru umboðaðar sum land í egnum navni á fundinum.

- Sambært grønlendska landsstýrinum er tann siðvenja broytt, at bæði Grønland og Føroyar hava kunnað tikið lut á fundunum i Arktiska Ráðharraráðnum undir egnum navni. Nú er eftir øllum at døma bert Danmark formliga umboðað á fundinum, og Grønland vil ikki góðtaka hetta.

- Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum er als ikki kunnað um, at broytingar eru farnar fram í umboðan Føroya - og málið er als ikki viðgjørt politiskt sum í Grønlandi.

- Hvør er tí leiklutur løgmans á hesum fundum? Ætla løgmaður og føroyska landsstýrið at gera sum Grønland og krevja viðurkenning og egnan leiklut – ella er løgmaður við í Kiruna sum danskt embætisfólk, spyr Høgni Hoydal.

Fyrispurningurin er settur sum ein grein-52 spurningur. Tað merkir, at løgmaður hevur 10 dagar at geva eitt formligt svar.

Mynd: Sermitsiaq