Grønland má tátta í

Grønlendingar mugu finna fleiri inntøkumøguleikar, skulu teir varðveita vælferðina, eftir at sjálvstýrið er komið í gildi Politikararnir í Grønlandi kunnu ikki halda fram við verandi fíggjarpolitikki, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at varðveita verandi vælferðarstøði, eftir at sjálvsstýrislógin er komin í gildi.

Tað stendur at les aí einari frágreiðing, sum landsstýrið almannakunngjørdi um vikuskiftið.

Víst verður á, at trý tey seinastu árini hevur landskassin havt næstan 900 milliónir krónur í halli, og tí má tað Landstingið, sum verður valt á valinum tann 2. juni, leggja á annan bógv, sigur KNR.

Umframt sparingar mælir frágreiðingin til at endurútbúgva fólk til nýggjar vinnur fyri at økja tær almennu inntøkurnar.