Skotska oljufelagið Cairn Energy skal seta 60 milliardir krónur í trygd, áðrenn felagið sleppur at bora eftir olju í Diskovíkini úti fyri vesturgrønlendsku strondini. Tað krevur landsstýrið í Nuuk, tí skuldi eitt óhapp hent, og olja rennur út í havið, skal Cairn hava 60 milliardir krónur til at rudda fyri.
Malaysiska oljufelagið Petronas, sum eisini hevur fingið loyvi at leita eftir olju á grønlendska landgrunninum, fær sama krav, skrivar Berlingske Tidende. Sambært blaðnum hevur einki annað land kravt so stóra trygd frá oljufeløgum sum Grønland.
Jørn Skov Nielsen hjá Ráevnisstýrinum sigur við Berlingske Tidende, at Cairn Energy og Petronas hefta solidariskt fyri trygd upp til 10 milliardir dollarar ella 60 milliardir krónur fyri hvørja boring.
Umframt trygdarkravið hevur grønlendska landsstýrið kravt, at Cairn Energy skal hava í minsta lagi 2,2 milliardir dollarar í partapeningi.










