Landsstýrið í Grønlandi krevur nú, at danska stjórnin skal skipa fyri einari óvildugari kanning av málinum um fangaflogførini hjá CIA. Allir teir politisku flokkarnir í Grønlandi hava fyrr kravt eina tílíka kanning, og tað sama hevur uttanríkispolitiska og trygdarpolitiska nevndin hjá Landstinginum gjørt. Hinvegin tók tað landsstýrinum tveir mánaðir at taka støðu, men tað gjørdi landsstýrið so í gjár.
-Eg havi gjørt av at gera eftir kravinum hjá nevndini, og teir næstu dagarnar fara vit at seta orð á, hvat tað er fyri kanning, vit vilja hava donsku stjórnina at fara undir, sigur landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, við grønlendska kringvarpið KNR.
Spurdur, hví landsstýrið loksins kom til hesa niðurstøðuna, sigur Kuupik Kleist, at tað kemst lutvíst av, at allir flokkar standa aftan fyri kravið um kanning, og harafturat eru ávís ógreið viðurskifti í málinum.
Grønlendski landsstýrisformaðurin væntar ikki, at kanningin fer at avdúka nøkur loyndarmál, men hinvegin heldur hann tað vera umráðandi at fáa málið av vegnum, so grønlendingar og danir aftur kunnu hava fult álit á hvør øðrum.
Danska stjórnin hevur fyrr sýtt fyri at skipa fyri einari óvildugari kanning av fangaflúgvingini hjá CIA, og Kuupik Kleist hevur ikki stórvegis vónir um, at ein áheitan afturat fær stjórnina at broyta hugsan.










