Grønland: Kim hevur kunngjørt landsstýrisfólkini

Kim Kielsen, formaður fyri Siumut og landsstýrisformaður, hevur á tíðindafundi í dag kunngjørt nýggja landsstýrið, ið er skipað eftir, at Siumut, Partii Naleraq, Nunatta Qitornai og Atassut undirskrivaðu eitt samgonguskjal í síðstu viku.


Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq, so er nýggja landsstýrið mannað við níggju persónum, sjey monnum og tveimum kvinnum. Umframt Kim Kielsen, so eru fýra av landsstýrisfólkunum í nýggju stjórnini úr Siumut, meðan Partii Naleraq fær tvey landsstýrisfólk og Nunatta Qitornai og Atassut fáa hvør sítt landsstýrisfólk.


Nýggja landsstýrið er fylgjandi:


- Kim Kielsen (Siumut)– landsstýrisformaður

- Simon Simonsen (Siumut) – landsstýrismaður við ábyrgd fyri undirstøðukervi og varalandsstýrisformaður.

- Pele Broberg (Partii Naleraq) – landsstýrismaður í fíggjarmálum.

- Anthon Frederiksen (Partii Naleraq) – landsstýrismaður í sosial-, familju- og løgmálum.

- Aqqalu Jeremiassen (Atassut) – landsstýrismaður í handilviðurskiftum og orkumálum.

- Erik Jensen (Siumut) – landsstýrismaður í Fiski- og veiðumálum og landbúnaðarmálum.

- Vivian Motzfeldt (Siumut) – landsstýriskvinna í Útbúgvingar-, Menta- og Kirkjumálum og Uttanríkismálum.

- Doris J. Jensen (Siumut) – landsstýriskvinna í Heilsumálum og Gransking.

- Vittus Qujaukitsoq (Nunatta Qitornai) – landsstýrismaður við ábyrgd fyri Ráevnum, Arbeiðsmarknaðinum og Innríkismálum.