Kim Kielsen, sitandi landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur ongan skund at skipa stjórn eftir valið mikudagin. Tað sigur hann við grønlendska kringvarpið KNR.
- Vit hava seks vikur til hetta, tí arbeiða vit í frið og náðum, sigur Kim Kielsen við KNR.
Flokkurin hjá Kim Kielsen, Siumut, hevur samráðingarrættin eftir, at flokkurin vann valið mikudagin, hóast hann fekk ein frammaná av veljarunum.
Áðrenn valið lovaði Kim Kielsen, at um ein annar flokkur gjørdist størsti flokkur á valinum, so vildi hann lata teimum samráðingarrættin. Men av tí at IA, sum varð mett at kunna vinna valið, eisini fekk ein frammaná frá veljarunum, varðveitti Siumut og Kim Kielsen støðuna sum størsti flokkur.
Kim Kielsen hevur tosað við seks av teimum sjey flokkunum, ið hava umboðan í grønlendska tinginum. Einasti flokkur, ið ikki er boðin til samráðingar er sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq Samarbejdspartiet, ið ynskir størri samstarv í ríkisfelagsskapinum heldur enn loysing.










