Grønland ikki tvingast til veðurlagsavtalu

Í Grønlandi ávara fakfeløg og onnur politikararnar ímóti at staðfesta eina veðurlagsavtalu, sum fer at seta Grønlandi so strong krøv um CO2-útlátið, at tað fer at darva vinnumenningini. Nú kemur fólkatingsmaðurin Lars Emil Johansen upp í sama kórið. Við KNR sigur hann, at tað ber ikki til at tvinga grønlendingar til at fylgja einari tílíkari avtalu, um onnur lond sleppa undan. Lars Emil Johansen sigur, at Grønland fer júst nú undir at byggja sín búskap upp, og tí eiga slík krøv ikki at forða menningini.