Grønland ikki nøgt við løgregluforboð

- Reglan um innferðarforboð í Norðurgrønlandi er ógvuliga trupul, og hon er eitt bakkast fyri námsverkætlanina Ironbark, siga tey í Grønlandi.

Mótstøðan móti forboðnum hjá løgregluni um, at útlendsk ferðafólk við flogfari ikki kunnu koma inn í landið um Station Nord í Norðurgrønlandi veksur, og nú hevur eisini grønlendska sjálvstýri meldað seg inn í kórið av teimum mótmælandi.

 

Grønlendska sjálvstýri heldur, at forboðið, sum løgreglan kom við síðsta ár um, at tað ikki er loyvt at ferðast um inn í Grønland um Station Nord, eitt nú av Svalbard, kann gera stóran skaða. Orsøkin til forboðið, sigur løgreglan er, at Station Nord ikki hevur status sum floghavn, og tí er tað ikki loyvt sambært Shengen-reglum at loyva útlendskum ferðafólki um hesa floghavn og inn í Grønland.

 

Í byrjanini var tað leiðarin fyri donsku/ grønlendsku granskingarstøðina Villum Research Station á Station Nord, professarin Henrik Skov, sum segði seg vera púrasta ósamdan um forboðið hjá løgregluni móti útlendskum ferðandi.

 

Í grønlendska sjálvstýrinum er bæði órógv og atfinningar móti innferðar forboðnum um Station Nord – ikki minst av Svalbard – og tey meta, at hetta fer at raka miljardadýra avstralsku námsvinnuverkætlanina – Ironbark Zinc – hart. Vandi er nevniliga fyri, at rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa nógv.

 

Stjórin í deildini í grønlendska heimastýrinum, sum umsitir ráevnini og arbeiðsmarknaðin, Jørgen T. Hammeken-Holm, sigur, at forboðið kann merkja, at Ironbark framyvir noyðist at flúgva til Station Nord í Norðurgrønlandi úr einari floghavn í Íslandi og síðan um Constable Pynt í Eysturgrønlandi og upp til Station Nord.

 

- Reglan um innferðarforboð er ógvuliga trupul, og hon er ein veldugur trupulleiki fyri Ironbark. Tað, sum er enn truplari, er, at felagið í fjør uttan úrslit søkti um loyvi til tvær flúgvingar við altjóða íleggjarum úr Svalbard til Station Nord, sigur ráðharrastjórin í grønlendska landsstýrinum, Jørgen T. Hammeken-Holm við Sermitsiaq.