Grønland góðkent oljuleiting

Grønlendska landsstýrið hevur á fundi í gjár góðkent eina umsókn frá oljufelagnum Cairn Energy um at gjøgnumføra tvær royndarboringar í havinum vestanfyri Diskovíkina. Boringarnar væntast at verða gjørdar longu í summarmánaðunum í ár.

Landsstýrið sigur í tíðindaskrivi, at alt oljuvirksemi í Grønlandi skal fremjast í samsvari við besta altjóða praksis. Oljuvirksemi kann bert góðkennast, um tað er skjalfest, at umhvørvis- og trygdarkrøvini, umframt tær teknisku og tilbúgvingarligu mannagongdirnar og útstýrið eru á allar hægsta stigi, upplýsir Ove Karl Berthelsen, landsstýrismaður í vinnu- og ráevnismálum.

Eftir oljulekan í meksikoflógvanum hevur altjóða samfelagið í seinastuni strongt á, at allar oljuleitingar í eitt nú arktisku økjunum og Grønlandi, verða steðgaðar fyribils, inntil mannagongdir viðvíkjandi trygd og tilbúgving eru endurskoðaðar og herdar.