Grønland: Flýddi føroyingurin funnin

22 ára gamli føroyingurin, sum í síðstu viku bleiv eftirlýstur, tí hann var rýmdur úr varðhaldinum í Nuuk, er nú funnin og handtikin. Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR, ið hevur tíðindini frá løgregluni í Nuuk.


22 ára gamli maðurin er skuldsettur og varðhaldsfongslaður fyri eldáseting. Hann rýmdi úr varðhaldinum í Nuuk týskvøldið, sambært løgreglan.


KNR skrivar, at við hjálp frá borgarum, so eydnaðist tað løgregluni at finna og handtaka 22 ára gamla føroyingin.